þriðjudagur, júlí 22, 2003

"27. juli verður árliga ólavsøkukonsertin hildin í Kommunuskúlagarðinum í Havn. Konsertin er tann størsta av sínum slagi í landinum, og aftur í ár verður roknað við nógvum fólki.

Høvuðsnavn hesaferð er Terji og Føstufressar, sum ikki hava spælt saman í langar tíðir. Upprunaliga manningin í bólkinum fer at spæla teir gomlu sangirnir av útgávuni frá 1990, og tað verður roknað við, at hetta fer at lokka nógv fólk.

Hini nøvnini á konsertini eru Frændur, Paradox, MC Hár, Déjá Vu, Take Off, All That Rain, roWan, Headache Blues Treo og danin Troels Skovgaard.

Tað verður Finn Hansson – ella Junior, sum hann verður kallaður – sum fer at ljóðblandað tónleikin á konsertini.

Tað er FUT, sum stendur fyri konsertini."

tekið af Pop.fo

0 Álit yðar:

Skrifa ummæli

<< Home