Makrel við í stórari MTV-kapping
Fékk þetta sent frá Jens Guð í dag:
"Nú skulum við hjálpa færeyskum vinum okkar og frændum í Makrel (sem hreppti annað sætið í Músíktilraunum 2002 og gítarleikarinn skemmtilegi, Rasmus Rasmusen, var kosinn besti gítarleikarinn. [... sjá neðar ...] Það sem þarf að gera er að fara inn á http://www.nordicunsigned.com/index.asp og greiða Makrel atkvæði. Ef Makrel kemst áfram þurfum við að halda áfram að greiða þeim atkvæði allt til enda."
"Föroyski superbólkurin Makrel, sum jú var fyrsti bólkurin at verða kunngjördur at spæla á Föroya största og feitasta tónleikatilaki, og sum eftir Prixið hevur lagt föroyar fyri föturnar, fær nú eisini talentskóta eyguni á MTV at spíla seg út. Talan er um eina stóra tónleikakapping á MTV, sum fevnir um alt skandinavia. Vinningarnir eru m.a. studioupptöka við distributión í öllum skandinavia, sjónbandalag, plátusáttmáli o.s.fr. - ella við öðrum orðum: allar greiðir.
Hetta er komið í lag eftir at Makrelarnir varnaðust eina lýsing á MTV, sum heitti á bólkar uttan plátu- og managementkontraktir, sokallaðir unsignaðir bólkar, at leggja eitt ikki útgivið lag á eina ávísa heimasíðu. Hetta gjördu makrelarnir og sluppu harnæst gjögnum fyrsta nálareyga í kappingini um m.a. plátusáttmálan. Tað eru tey vitjandi á heimasíðuni www.nordicunsigned.com sum atkvöða, hvör bólkur sleppur víðari. Tíggju bólkar kappast hvörja viku og tríggir av hesum sleppa hvörja viku víðari til eina mánaðarfinalu. Fjórðu hvörja viku er mánaðarfinala, og úr henni sleppa tríggir bólkar í finaluna. Finalanverður avgjörd við lutvíst internetatkvöðum og lutvíst dómaraatkvöðum.
Við at fara inn á síðuna, kanst tú atkvöða og harvið stuðla G! aktuellu Makrel at fáa plátusáttmálan. Tú kanst atkvöða einaferð um samdögrið frá hvörjum ip-bústaði, so tað er umráðandi at vitja hvönn dag og atkvöða nú meðan Makrel dystast.
Leonard Cohen sang á sinni "Fyrst we take Manhattan, then we take Berlin" og vóna hetta er galdandi fyri Makrel, sum fyrst tóku Fuglafjörð, síðan Trongisvág, síðan allar Föroyar og nú glímast við Skandinaviu.
Góða eydnu boys frá okkum."
0 Álit yðar:
Skrifa ummæli
<< Home